Tað verður munandi dýrari at hava bil næsta ár. Landsstýrið ætlar at hækka vegskattin við einari helvt fyri at fáa fleir inntøkur til landskassan.
Hækkingin verður ein generellur vøkstur fyri øll sløg av bilum, og miðalvøksturin verður 50 prosent.
Í ár væntar landsstýrið at fáa 51 milliónir krónur inn í vegskatti, men hendan inntøkan skal vaksa við 26 milliónum krónum næsta ár, so at hon verður 77 milliónir krónur
Eisini prísurin á sigarettum fer at hækka.
Í ár hækkaði prísurin við 37,5 prosentum, men landsstýrið heldur, at pláss er fyri einari hækking afturat. Tí er ætlanin, at punktgjaldið á tubbaksvørum skal hækka, so at tað gevur landskassanum 10 milliónir krónur afturat í inntøku.
Hækkingin í punktgjaldinum fer at hava við sær, at prísurin á sigarettum fer at hækka við eini 10 prosentum.
Samanlagt roknar landið við at fáa 200 milliónir krónur inn í punktgjøldum næsta ár, og tað eru júst tær 10 milliónirnar frá tubbaksgjaldinum, sum koma afturat.









