Hetta hava vit nú í eini tvey ár hoyrt so javnan, sjálvt í sambandi við aðalstjórastørvini í landsstýrinum. Vit eru annars mest von við hetta í sambandi við lýsingar eftir maskinmonnum til okkurt fiskiskip í teim soltnu tíðunum ella í sambandi við lýsingar eftir fólki til okkurt flakavirki.
Tátturin um ?alment starv? tykist nú vendur á høvdi og skilafólk halda seg so frægt møguligt burtur frá tí almenna sektorinum ? serliga leiðandi størvum.
Fyri okkum, sum hava virkað í hesum sektori í mong ár, er hetta ikki løgið. Heldur er hetta ein sjálvsøgd fylgja av broytingunum tey seinnu árini. Bæði teim formellu broytingunum í bygnaði og ikki minni tann praksis, sum tey, sum skipa fyri, hava bygt inn í hendan formella bygnað.
Skilafólk vilja sjálvsagt ikki lata seg hundsa við. Hví skulu tey tað?
Skilafólk vilja sjálvsagt ikki seta seg í ein starvssess, sum er innantómur hóast stórfingið heiti. Hví skulu tey tað?
Skilafólk vilja sjálvsagt ikki seta seg soleiðis fyri, at tey vegna formellan loyalitet verða trýst til at nýta lygnina sum amboð. Hví skulu tey tað?
Eitt skilafólk vil heldur vera gøtusópari við tign enn stjóri uttan tign. Eitt skilafólk vil heldur vera gøtusópari við veruligari ábyrgd fyri tí gøtu, sum hann sópar, enn at bera stjóraheiti uttan ábyrgd. Eitt skilafólk vil heldur vera gøtusópari við sannføri enn at bera stjóraheiti í samstarvi við lygnina. Eitt skilafólk vil heldur vera gøtusópari saman við javnbjóðis starvsfeløgum enn at bera heiti av stjóra í samstarvi við amatørar.
Eitt skilafólk tekur ábyrgd, kastar ikki frá sær, skutlar ikki sínar starvsfelagar, er ikki líkrænari, brúkar ikki undanmann sín til fótatrakk og ynskir ikki at lata seg føra inn í slíkar støður.
Tann 18. desember 1998 varð Henning Jacobsen, táverandi landsverkfrøðingur, munnliga settur úr starvi. Grundgeving var eingin og hóast royndir at framprovokera eina grundgeving, so er hon enn ikki komin á borðið.
Í sambandi við onkra aðra uppsøgn er ikki sørt av grundgevingum komnar fram, meir ella minni sannførandi, so roknast kann ikki við, at tað er av prinsipiellum grundum, at einki kemur fram.
Okkurt stjóraskifti verður rættvísgjørt við tilvísing til munandi sparingar aftaná skiftið.
Í hesum sambandi kann tað vera av almennum áhuga, at á Landsverkfrøðinginum kundu vit spart einar 30-40 mió. kr. árliga afturat, um vit sendu rokningina til eftirkomararnar. Tað hevði eisini borið til at spælt eitt sindur við hugtøkunum rakstur og íløgur og so fingið eina sparing í rakstrinum tann vegin.
Tað er so mangt, sum ber til fyri tann, sum samstarvar við lygnina.
Tær veruligu orsøkirnar til at Henning mátti dvína sessin eru goymdar fyri tey flestu. Tað er helst líka gott, tí tað man vera ikki sørt avdúkandi, um tær veruligu grundirnar komu fram í ljósið.
Heldur man tað vera so, at hvørju ferð vit seta navn til eina grein ella eina sending í sjónvarpinum, so lesa, síggja, lurta hesi ?ábyrgdarfólk? við ótta og bivan: munnu tey fara at siga nakað hesuferð?
Tey, eins og vit kenna lygnina.
Men teirra børn skulu eisini liva. Teirra børn skulu eisini hava nakað at vera stolt av. Ella um ikki annað skulu tey ikki vera rædd fyri tí næsta blaðnum, sum kemur út ? so leingi hetta yvirhøvur ber til.
Eisini skal gerandisdagurin hjá okkum øllum helst virka rímiliga ótarnaður ? og onkur er jú erkvisnari enn annar í slíkari uppgerð.
Tann almenni sektorurin er inni í eini broytingartíð. Mong mundu vóna, at við arbeiðinum eftir Finn Normanni Christensen komu vit á mál nøkur ártíggju fram.
Fáur man halda tað sama í dag. Her fer heilt einfalt ov stór orka til spillis.
Av teimum umleið 100 mió. kr. árliga, sum hesin bygnaður kostar meira enn tann gamla ?miðfyrisitingin? (íroknað tað, sum í dag liggur á Fíggjarmálastýrinum), man tann størri parturin fara fyri skeyti.
Hetta er serliga spell, tá hugsað verður um, hvussu gott beni vit í veruleikanum høvdu í 1994 til at fáa gjørt eina veruliga effektiva og rationella fyrisiting.
Men einki er so ringt, at tað ikki eisini kann vendast til tað góða. At siga Henning Jacobsen upp uttan grund er so eyðsýnt skeivt og tápuligt, at einki samfelag kann liva við eini slíkari óuppgjørdari uppsøgn. Hetta er ikki ein persónspurningur men ein prinsipspurningur, har prinsippið og persónurin ikki kunnu skiljast at.
Eisini er tað at kalla ómøguligt at koma burturúr hesi uppsøgn uttan eina veruliga uppgerð. Tekniskt ber sjálvsagt til at lýsa eftir einum nýggjum landsverkfrøðingi, tá ið Hans Biskopstø fer frá. Her fyriliggja so tríggir prinsipiellir møguleikar.
Tann fyrsti er at seta einhvønn uttanfyristandandi verkfrøðing ella ikki verkfrøðing. Við verandi umsetningi á stovninum er hetta tað sama sum at niðurleggja stovnin. Tað er heilt einfalt ómøguligt at koma uttanífrá uttan veruliga uppbakking frá fólkinum á stovninum og halda allar funktiónirnar fyri á leið sama kostnað, sum nú.
Annar møguleiki er, at fólkið á stovninum velur ein nýggjan stjóra ? eins og gjørt var í sambandi við Hans Biskopstø. Hetta er ikki sørt løgin mannagongd.
Tann triðji møguleikin er ótespiligari. Við eini orðing frá fakligu fundunum: ?Eingin felagsskapur er so sterkur, at har ikki finst ein Judas?. Tann triðji møguleikin liggur í, at høvuðsprestarnir finna ein slíkan og bjóða teir tiltiknu tríati siklarnar í silvuri.
Onkur av hesum møguleikunum er hepnari enn hinir báðir, men eingin er góður.
Ein góður møguleiki er at seta Henning Jacobsen aftur í starvið ? Eingin verður minni menniskja av tí útganginum og samstundis var markið sett: her til og ikki longur.
Eini 5-6000 fólk starvast í tí almenna sektorinum. Hetta er umleið fjórði hvør arbeiðsførur føroyingur. Einki land kann liva við, at so stórur partur av fólkinum ikki virkar so frægt, sum til ber. Hetta er heilt einfalt tann eini stóri bitin í sambandi við okkara kappingarføri, tá ið ræður um tey viðurskifti, sum vit sjálv skipa fyri.
Tað ber til at venda eini óhepnari gerð til nakað, sum kann brúkast framyvir. Hetta hevði verið við til at bøtt munandi um trúvirði hjá tí almenna sektorinum sum starvspláss bæði hjá leiðarum og hjá øðrum.
Hetta er serliga áhugavert í sambandi við tað politiska signalið, sum nú er komið um, at fyrisitingin skal eftirhyggjast við atliti til rationaliseringar.
Síggja vit positivt uppá sjálvt LV-málið, so kunnu vit hugsa, at tann politiski viljin hjá landsstýrismanninum er til ábøtur. At so umsitingin ikki megnar at útinna hendan vilja í verki er so ein annar spurningur, sum helst ber til at loysa.
Spurningurin um frákoyrda landsverkfrøðingin er ein royndarsteinur hjá sitandi samgongu í sambandi við tann almenna sektorin: ynskir samgongan veruligan bata ella letur hon aðrar kreftur fáa sær rásarúm?
Signar P. Heinesen