Vegleiðingar­stov­an veit­ir dygd­ar­góða veg­leiðing

Á Vegleiðingarstovuni, sum er partur av Undirvísingarstýrinum, hava øll atgongd til vegleiðing um útbúgving.

Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:

 

Tænastan fevnir um øll útbúgvingarøki. Vegleiðingarstovan samstarvar við vegleiðarar runt um í landinum og kann tí veita eina dygdargóða vegleiðing.

 

Vegleiðingarstovan arbeiðir fyri at styrkja og samskipa vegleiðing í Føroyum.

 

Ung, sum ætla sær at lesa, hava eins og onnur møguleika at venda sær til Vegleiðingarstovuna við spurningum um eitt nú víðari lestur. Ung í fólkaskúlanum hava eisini møguleikan at ráð­ føra seg við skúlavegleiðaran í sínum fólkaskúla um útbúgv­ ingarmøguleikar. og Gongur tú á miðnámsskúla, kanst tú tosa við vegleiðaran á miðnámsskúlanum.

 

Útbúgvingarappin

 

Appin kunnar um allar miðnáms­ útbúgvingar, yrkisútbúgvingar og hægri útbúgvingar í Føroyum. Appin er serliga ætlað teimum, sum á fyrsta sinni skulu velja eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla, tá tað kann tykjast avbjóðandi at fáa yvirlit yvir, hvørjir møguleikar eru. Royn appina við at trýsta á QR­kotuna, sum er á myndini, ella tak appina niður á App Store og Google Play, har hon kallast Útbúgvingar.

 

##med2##

Útbúgvingarspurningar og ivamál

– Vit vilja altíð veita tær eina dygdargóða vegleiðing innan útbúgvingar­, læru og karrieru­ møguleikar, og vit hava góð sambond við onnur til at finna bestu svarini upp á møguligar spurningar og ivamál, sigur Turid Christophersen, sum er útbúgv­ ingarvegleiðari.

 

Hon vísir á, at bæði ung og fólk annars, sum tørva vegleiðing, eru vælkomin at venda sær til Vegleið­ ingarstovuna.

 

– Vit veita øllum borgarum í Føroyum javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan allar út­ búgvingar­, læru­ og arbeiðsmøgu­ leikar.

 

Útbúgvingarvegleiðarin vísir á, at tey eru mong, sum fara gjøgn­ um útbúgvingarskipanina og síðani út á arbeiðsmarknaðin á sjálvstøðugan hátt.

 

– Men so eru tað onnur, sum hava tørv á antin vegleiðing í at velja útbúgving ella hvussu mann søkir inn á útbúgvingar, kunning um útbúgvingar í øðrum londum ella ynski til eitt komandi arbeiðslív. Á Vegleiðingarstovuni verður skipað fyri bókavegleiðing­ um um útbúgvingarmøguleikar, útbúgvingarval, skiftislestur og sabbatár.

 

Øll eru vælkomin at venda sær til okkara um at luttaka í bókavegleiðingum, sigur Turid Christophersen.

 

Samband fæst við Vegleiðingar­ stovuna við at støkka inn á gólvið á Hoyvíksveg 72 í Havn, við at ring ja á tlf. 200910 ella við at senda ein teldupost á vegleiding@uvs. fo. Vegleiðingarstovan heldur til í sama bygningi, sum Nám, Studni og Undirvísingarstýrið.

 

Førleikameting

 

Førleikameting er meting og viðurkenning av førleikum – bæði formligum og óformligum – ið eru vunnir í skúla, á arbeiðsmarkn­ aðinum, í frítíðini og í gerandis­ degnum annars. Førleikametingin kann vera við til at gera tað lættari hjá tær sum vaksnum at taka eina útbúgving, og á tann hátt styrkja tína støðu á arbeiðsmarknaðinum. Førleikametingin skal m.a. trygg ja, at tú ikki skalt vera noydd/ur at læra teg førleikar, sum tú longu hevur, sigur Turid Christophersen.

 

Meting av útlendskum prógvum

Hevur tú eitt útlendskt prógv og hevur trupult við at finna útav, hvussu tað skal skiljast í føroysk­ um høpi, kunnu vit vegleiða og um neyðugt hjálpa til at senda prógvið til meting fyri at fáa eina staðfesting av, hvat prógvið sam­ svarar við í Danmark.

 

##med3##

 

Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her

 

##med4##