Tað boðar tíðindastovan AFP frá leygardagin.
Síðani eldsbrunan í Wang Fuk Court-íbúðarhúsunum í november hava nógv livað í óvissu um, hvar og nær tey sleppa at finna fastan bústað aftur.
Tað er nú greitt, at íbúgvar, hvørs íbúðir eru oyðilagdar, fáa bjóðað eina upphædd, sum svarar til millum 2,8 og 4,1 milliónir krónur. Upphæddin veldst um støddina á íbúðini.
Nógv høvdu annars vónað, at bygningarnir, har 168 fólk lótu lív, fóru at verða bygdir uppaftur.
/Ritzau/











