Tað var beint fyri klokkan 18 í gjár, at maðurin ringdi til løgregluna og segði, at hann var álopin í egnum húsum. Tá løgreglan kom á staðið, var eldur í húsunum

Lupu á mann í egnum heimi og settu eld á húsið

Tveir menn handtiknir fyri grovan harðskap, rán og eldáseting í Havn

Tað var beint fyri klokkan 18 í gjár, at maðurin ringdi til løgregluna og segði, at hann var álopin í egnum húsum. Tá løgreglan kom á staðið, var eldur í húsunum

Tað var beint áðrenn klokkan 18 í gjár, at løgreglan fekk fráboðan frá einum manni um, at hann var álpopin inn í sínum egnu húsum í Tvørgøtu í Havn. Tá løgreglan kom á staðið, var eldur í húsinum, og maðurin var inni og hann var illa viðfarin.

– Vit handtóku ein mann nokso skjótt, og í dag hava vit handtikið ein afturat, sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Menninir eru í løtuni framstillaðir í Føroya Rætti, har teir verða skuldsettir fyri grovan harðskap, fyri tilætlaða eldaáseting og fyri rán.

– Biðið er um afturlatnar hurðar í rættinum, og tí fái eg ikki sagt meira, sigur Heri Andreasen.

Leiðarin á kanningardeildini sigur víðari, at løgreglan hevur í alla nátt og í allan morgun savnað saman øll møgulig prógv og seta saman hypotesur um, hvat kann vera orsøkin til, at hetta er hent.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

Tað var beint fyri klokkan 18 í gjár, at maðurin ringdi til løgregluna og segði, at hann var álopin í egnum húsum. Tá løgreglan kom á staðið, var eldur í húsunum