Myndir: Roysningurin fór avstað í morgun

Roysningurin, sum kom á Vág í gjár, fór í morgun avstað aftur.

 

Klokkan 7:54 í morgun fór hann aftur á bláman, og fór út eftir Vágsfirði.

 

Tað var í gjáramorgunin, tá fólk vaknaðu, at tey varnaðust ein roysning niðri við sjóvarmálan í Vági. Hetta var við Sandin, tætt við Garðarnar.

 

Nógv fólk hevur verið og heilsað uppá sjáldsama gestin.

 

Seinast ein roysningur vitjaði í Vági var í 2013.

 

Tað vóru tey, ið hildu, at hesin, sum nú vitjaði, var illa fyri og hevði sár, so at hann kanska ikki fór at koma fyri seg. Men alt talar fyri, at hesin bert hevur havt brúk fyri hvíld, og eftir eitt gott samdøgur á landi í Vági fór hann aftur til havs í morgun.

 

Á myndunum niðanfyri sæst roysningurin fara á bláman klokkan 7:54 í morgun.

 

##med2##

 

##med3##

 

Les eisini: in.fo - fyrst og fremst