Fyrr í dag spældi Áki D. Samuelsen fyrsta kappingardystin fyri svenska meistaraliðið, Mjällby AIF.
Áki fekk ein stóran hálvan tíma á vøllinum, tá Mjällby í heimadysti í bólki 1 í innleiðandi bólkaspælinum í svensku steypakappingini vann 2-0 á Kalmar FF.
Elliot Stroud í 17. minutti og Jacob Bergström í 74. minutti syrgdu fyri málunum hjá Mjällby.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Mjällby dyst á útivølli móti Örgryte.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 2-0 sigrinum hjá Mjällby:
##med2##











