Tróndur og liðfelagarnir eru eitt stig frá einum endaspælsplássi

HF Karlskrona vann týðandi sigur á útivølli

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona eru nummar níggju í bestu svensku hondbóltsdeildini við 21 stigum.

 

Teir eru eitt stig frá Ystad og Önnered, ið hava 22 stig hvør á sjeynda og áttanda plássinum.

 

Í dag hevði Karlskrona eitt framúr gott avrik í seinna hálvleiki, tá teir á útivølli vunnu 33-31 á Västerås-Irsta. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-16. Men Tróndur og liðfelagarnir vunnu seinna hálvleik 17-12. 

 

Tróndur var effektivur í dag. Hann skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir.