Eyðstein Poulsen
Fyrst av øllum vil eg takka tær fyri, at tú gevur tær tíð til okkum, sum eru umfataði av (fiskivinnu) lóggávuni.
Eg havi varhugan av, at landsstýrismaðurin hevur misskilt míni sjónarmið, samstundis sum hann letur eyguni aftur fyri veruleikanum. Hetta seinna er heldur meira álvarsamt.
Eg helt ikki, at nakar fór skeivur av mínum sjónarmiðum, tá ið eg skrivaði yvirskriftina: .... ósigur fyri SMÁU reiðaríini. Tú málar beinanvegin svart og hvítt í tínum aftursvari. Eg skilji tín meting er, at um okkara fiskiloyvir hava høgan marknaðarprís. Ja, so er alt gott. Vit smáu hava ikki havt størsta áhuga í okkara søluvirði. Tað, sum hevur ligið okkum á hjarta, er at svara hvørjum sítt, og tað er hetta, sum nú svíður, men sum tú sigur og staðfestir í tíni viðmerking: Stórveldisrákið, sum hevur verið um heimin; ja, tað hevur nú svølgt okkara fiskimálaráðharra.
Høgi marknaðarprísurin, sum er í dag fyri fiskiloyvir, er ikki íkomin, tí dugnalig fólk síggja stórt í fiskivinnuni, men hinvegin tí peningastovnarnir eru so væl fyri, at teir mestsum lána í eyst og vest. Lat meg siga tað einaferð enn, tað vera ikki hesi dugnaligu fólkini, sum koma at rudda upp eftir sær, tá ið pengakistan er tóm.
Hyggja vit so eftir, hvør selur og hvør keypir fiskiloyvir í dag. Ja, so kann landsstýrismaðurin ikki vera ósamdur við mær í, at Føroyar skjótt vera tómar fyri smáum reiðaríum, um verandi gongd heldur áfram. Og tað sýnist ikki sum um, at politikararnir síggja álvaran í hesum, men hinvegin lata eyguni aftur fyri vandanum.
Tá ið føroyingar fóru á knøini fyrst í nýtiárinum eftir ósigurin hjá teimum stóru, vóru tað teir smáu, sum fingu landið á rætt kjøl aftur. Eitt orðatak sigur: har ein ikki er sjálvur, er ein bara hálvur. Hetta er vanliga tað, sum kollsiglir eina stóra fyritøku. Ein missir tamarhaldið, tí hjartað ikki er við hvørjum smáluti.
Haldi tað vera sera vandamikið, at politikara við báðum hondunum fyri eyguni leypa glaðbeintir út í nútíðarrákið.
Hvat skulu vit hava stýrið til, um rákið skal avgera okkara framtíð?
Tað, sum harmar meg mest, er, at fiskimansins vitan um okkara vinnu fær so lítla ávirkan, tá ið stóru spurningarnir taka seg upp. Hetta, tí akademikarar og veiðufólk ikki tosa sama mál.
Góði Bjørn, lat ikki grundleysar teoretikarar koyra alt samfelagið fyri bakka, fyri so fátækslig orð sum nútíðarrák og søluvirði. Hvørki av hesum kemur at breyðføða okkum føroyingar, tá ið veitslan er runnin.









