Veggurin klovnaði

Føroysku Fía og Martin og børn teirra lógu í fasta svøvni, tá ein ein bilur sunnumorgunin buldraði inn í hús teirra í Holbæk í Danmark

Fyri tveimum mánaðum síðan fluttu Fía Svanekier, Martin Hummeland og bæði børn teirra í húsini, tey høvdu keypt sær í Hornbæk í Danmark. Áðrenn tey fluttu inn, vórðu stórar ábøtur gjørdar á húsini.
Nú er øll umbyggingin smildrað sundur, og húsini mugu aftur hava stórar ábøtur.
Tað hendi alt eftir einari lítlari løtu sunnumorgunin.
Klokkan var eitt koter til fimm, tá ið Fía vaknaði við einum braki.
- Hon hoyrdi eitt hvin, og glas, sum smildraðist og tann niðurundir. So vaknaði eg eisini og rann niður aftan á henni, sigur Martin Hummeland.
Allastaðni lá dust.

Bilurin kroystur inn í húsini
Tey fóru útum, og har stóð ein spildurnýggjur AUDI A4 kroystur inn í veggin.
Tað reyk úr bilinum, sum eingin var í.
Fyrsti tanki teirra var, at onkur hevði fingið skaða.
Tá kom ein maður gangandi úr urtagarði teirra yvir móti bilinum.
- Hann tóktist ógvuliga skelkaður og spurdi eftir einum vinmanni. Vit ryndu at sissa hann og vingu mannin inn í húsini og góvu honum vatn at drekka.
Beinanvegin hevði Fía ringt til politiið, sum kom tá.
Sambært eb.dk greiddi hesin maðurin politinum frá, at ein vinmaður hansara hevði koyrt bilin, men tá ið eingin annar var at finna, handtók politiið henda mannin. Maðurin vísti seg at vera ein kendur ungur danskur poppsangari, Arian.
Fía og Martin vita ikki, um tað var hesin maðurin ella ein annar, sum koyrdi bilin. Tí málinum tekur politið sær av.

Flutt út
Hús teirra fóru ógvuliga illa, og veggurin á húsunum klovnaði.
Beint eftir óhappið noyddist familjan at fara á gistingrhús at vera, men tey royna at finna ein varandi bústað, meðan hús teirra verða umvæld. Alt má gerast av nýggjum aftur, tí so nógv er knúst.
- Hùsini verða sum nýggj aftur, sigur Martin.
Martin Hummeland starvast sum tyrluskupiari hjá Atlantic Airways. Fía Svanekier er sjúkrarøktarfrøðingur á Ríkissjúkrahúsinum.