22. apríl verður Arnhold Vegghamar, listamálari á Viðareiði, 80 ár. Í tí sambandi verður framsýning í skúlanum í heimbygdini. Framsýningin letur upp klokkan 16 í dag, og hon verður opin hvønn seinnapartin klokkan 15-19 fram til páskaaftan.
Tá ið framsýningin letur upp klokkan 16 í dag verður felagssangur og tónleikur, og so fer Líggjas í Bø at hugleiða um systkinabarnið Arnhold Vegghamar. Eisini verður ein drekkamuður at fáa.
Talan er um søluframsýning við 50 málningum. Teir flestu eru nýggir og ongantíð framsýndir áður.










