Veðrið

.

Veðrið í dag og mikudagin:

Fyrst lot til andøvsgul av vestri og klárt veður. Út á dagin veksur hann vindin til skrið ella storm av suðri og landsynningi, samdrigið og regn. Hitin veksur til 5 til 8 stig. Seinnapartin mikudagin hækkar hann upp í vestan og útnyrðing og minkar vindin niður í stívt andøvsgul.Tað klárar í, men okkurt vátaslettings- ella kavaælið. Hitin fellur niður til frostmarkið.


Veðrið hósdagin:

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og kavaælingur. Hitin um 2 kuldastig.


Veðrið fríggjadagin og leygardagin:

Gul til stívt andøvsgul av vestri og fyrst kavaælingur, men sum frálíður klárari og yvirhøvur turt veður. Hitin veksur upp í eini 5 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst sunnanfyri Ísland fer eystureftir og verður yvir Føroyum í nátt og týsdag fyrrapart. Eitt stormlágtrýst eystanfyri New Foundland fer ímóti Grønlandsfjørðinum.


Í dag:

Lágtrýstið gevur nógvan vind og regn, men eisini lýggjari veður týsdagin og mikudagin, men seinni hækkar hann upp í útnyrðing og tað verður kaldari.