Veddingarfyritøkurnar vænta eitt ja

Hóast veljarakanningar eru tættar nú tveir dagar eru til bretar skulu atkvøða um ES, so eru veddingarfyritøkurnar ikki í iva. Bretar fara ongan veg. Reuters tíðindastovan skrivar, at veddingarfyritøkurnar meta, at møguleikin fyri, at Ongland verður verðandi í ES er umleið 80 prosent.


Veddingarfyritøkan BetFair metir, at tað er 80 prosent kjansur fyri, at Ja-síðan vinnur fólkaatkvøðuna í morgun, og hava umleið 78 prosent av teimum, ið hava sett pening á fólkaatkvøðuna, veddað at Ja-síðan vinnur.


Tað eru eisini stórur áhugi fyri at vedda um úrslitið. Naomi Totten, talskvinna fyri BetFair sigur við Reuters, at aldrin áður hevur so nógvur peningur verið upp á spæl til eitt politiskt mál.


- Í løtuni hava fólk veddað fyri 43 milliónir bretsk pund, ið er tað mesta, ið vit nakrantíð hava sæð til eitt politiska mál, sigur Naomi Totten.