Veddingarfyritøkur vænta ikki føroyskan sigur

Eingin ivi er um, at føroysku liðini fáa eina trupla uppgávu í kvøld, tá bæði B36 og Víkingur skulu í eldin í Europa League. 

 

Hetta sæst eisini aftur á síðunum hjá veddingarfyritøkum, har øll oddsini peika eftir sigri til Besiktas og Torpedo Kutaisi. 

 

Í dystinum millum B36 og Besiktas fær mann pengarnar 21 ferðir aftur, um mann setur pengar á B36, og teir vinna. Javnleikur gevur pengarnar 7,5 ferðir aftur. Veddingarfyritøkan, Bet365, er so vís í, at sigurin fer til turkisku Besiktas, at ein sigur til teir einans gevur pengarnar 1,12 ferð aftur. Ein onnur síða, Unibet, trýr eitt sindur meiri uppá føroyskan sigur, og har fáast pengarnir 15 ferð aftur, um B36 vinnur. 

 

Tað sær út til, at veddigarfyritøkan, Bet365, trýr meira uppá Víking enn B36. Ein sigur til Víking gevur pengarnar sjey ferðir aftur. Javnleikur er odds 4,75, og ein sigur til georgisku favorittarnar gevur odds 1,40. Á Unibet fær mann pengarnar átta ferðir aftur, um Víkingur vinnur.

 

Torpedo Kutaisi og Víkingur spæla klokkan 17:00, og B36 tekur ímóti Besiktas í Gundadali klokkan 19:00 í kvøld.

 

FM1 sigur frá dystinum millum B36 og Besiktas, og byrjað verður at senda eftir tíðindasendingina klokkan 17.