Veður og tíðindi í Føroyum 1875 2002

Millum mongu bøkurnar, sum givnar eru út til jólar, er eisini ein bók um veðrið, sum tað hevur verið í Føroyum í gott stórthundrað ár. Veðurfrøðingurin á Sosialinum hevur savnað hagtøl um veðrið síðan 1875

Nógvar eru søgurnar, sum sagdar eru um veðrið og um hendingar viðvíkjandi veðrinum.
Ein er søgan um mannin, sum helt fyri, at síðan norðmaðurin slapp at bestemma veðrið, hevureinki hundaskil verið í tí.
Í reiðiliga stórhundrað ár hava verðumátingar verið gjørdar í Føroyum. Danmarks Meteorologiske Institut hevur gjørt mátingarnar, sum veðurfrøðingurin Petur Skeel Jacobsen nú hevur savnað í bók og Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið út.
Petur Skeel Jacobsen hevur savnað øll hagtølini í bókini og skrivað nakað av tí teksti, sum er. Finnbogi Ísaksson hevur ritstjórna og skrivað tekst, og Alan Brockie hevur staðið fyri myndavalinum.
Bókin er áhugaverd at sita við í hondini. Hon er tríbýtt. Tað, sum hon í høvuðheitinum snýr seg um, uppslýsingar um veðrið í Føroyum frá 1875 til 2002, er at síggja á vinstru síðu, meðan høgra síða er býtt í tvey millum eina stóra mynd og upplýsingar og tíðindi frá tí árinum, sum veðurlagsupplýsingarnir á hini síðuni eru um.
Útgevararnir siga í fororðinum, at teir hava roynt so væl, tað hevur verið gjørlit, at funnið onkra mynd, frá júst hesum árinum. Men tað hevur ikki altíð verið møguligt. Serliga frá teimum fyrstu árunum hevur tað verið eitt sindur trupult. Tí eru so myndir valdar, sum á einhvønn hátt vísa til tíðina um ikki júst tað einstakað árið.
Bókin eitur Veður og tíðindi í Føroyum 1875 til 2002.
Men tá vit tosa um veður í Føroyum, er tað ikki beinari enn so, at talan er um veðrið, har tað hevur verið mált. Nevniliga í Havn.
Tí siggja vit í bókini, sum høvundurin Petur Skeel Jacobsen, eisini vísir á, at í árinum 1917 doyðu trý fólk úti í ódnarveðri, hóast hagtølini á síðuni yvir av siga, at í 1917 var eingin dagur við stormi máldur í Føroyum.
Her samsvarar ikki, og kemst tað av, sigur Petur Skeel, at mátingarnar vórðu gjørdar í Havn, og har kann væl hava verið so mikið minni vindur, at hann ikki er máldur til storm, hóast tað hevur verið ódn bæði norðuri í Eysturoynni og á fjøllunum í Suðuroy, har vanlukkurnar hendu.
Sum uppslagsverk er bókin góð. Bæði um tú hevur hug at vita, hvussu veðrið var í Føroyum eitt ávíst ár, eins og tú samstundis kanst lesa um ymsar hendingar, sum fóru fram hetta sama árið. Til dømis er forvitnisligt at lesa, at Húsavík í 1930 var fyri álvarsligum álopi úr rúmdini. Ein ljóskúla kom niður úr luftini fór inn gjøgnum eitt opið loftsvindeyga í bygdini og brast.
Tey flestu fara helst at seta bókina Veður og tíðindi í Føroyum í samband við veðurhagtølini, sum Petur Skeel Jacobsen sera greidliga hevur sett upp við loyvi frá DMI.
Fyri hvørt árið, veðrið hevur verið mált í Føroyum, hevur hann sett upp mánað fyri mánað, hvussu heitt tað var, tá tað var heitast hendan mánan. Samsvarandi hvussu kalt tað var. Meðalhitin, avfall og sóltímar kunnu eisini lesast í hesum teiginum.
Síðan verður tikið saman um alt árið, og fáa vit at vita um meðalhita, minsta hita, mesta hita, og hvussu nógv avfall er komið niður. Eisini hvussu nógvar dagar hetta avfallið strekkir seg yvir. Dagar við frosti eru taldir upp, eins og mjørkadagar, stormdagar og sóltímar.
Áhugavert er eisini at síggja uppsetingina av, hvussu ættin hevur verið øll hesi árini. Merkt er á kumpasrósuna, hvussu vindurin hevur blást. Víst er til høvuðsættirnar og sett upp í prosentum, hvussu ættin hevur verið fyri árið. Tó so, at hevur minni enn 10% av lotinum ligið til dømis ligið eystaneftir, er tað ikki tikið við.
Soleiðis síggja vit, at eitt nú árið 1936 hava eysturættirnar eftir øllum at døma ikki verið til. Ongar ættir eystan fyri norðan ella sunnan eru yvirhøvur merktar hetta árið. Ein undrast á, hvussu langa tíð skipini hava havt um at krússa til Íslands hetta várið og summarið, tí høgættin hevur verið nógv. Heili 19,70 prosent standa fyri beinum norðan.
At føroyingurin hevur sett veðrið í samband við dagliga yrki sítt er sjálvsagt. Og tað sæst eisini aftur í bókini í teimum herligu viðmerkingunum, sum standa ovast á veðursíðunum. Vit síggja til dømis, at í 1939 var gott lembingarveður, men ringur torvterri. Í 1951 var kalt í lembingini, og hvassur stormur á veturnætur. Og til teirra, sum hava gloymt tað, verður mint á, at í 1982 var óvanliga turt í juni. Met. Avfallið hendan mánan var bara 6,4 mm. Men heystið var vátt.
Neyvt er gingið um, og ymisk met eru eisini at síggja í bókini. Tey eru merkt við reyðum stavum og tí løtt at finna aftur.
Til dømis síggja vit, at tað kaldasta vit vita um í august mánað síðan 1875, er í 1912, tá minsti hiti, ið máldur varð í august, var heilt niðri á 1,1 stigi.
Aftast í bókini eru ymisk yvirlit. Eitt nú yvir stormdagar tey ymsu árini. Her verður greitt frá, hvat roknað verður at vera stormur. Bæði í Beufort og m/s. Eisini eru dagarnir sjálvir settir upp í lista, so ein neyvt sær, hvønn dag á árinum, stormur hevur verið.
Leitorðalisti er at finna, eins og yvirlit yvir myndaeigarar eisini er sett upp.
Ein sera áhugaverd bók hjá honum, sum dámar at kanna hendingar og árstøl. Og hon kann eisini vekja áhugan hjá onkrum, sum fær hana í hondina og ikki frammanundan visti seg at hava hendan áhugan.
Bókin er uppsett, prentað og innbundin hjá Hestprent. Hon fæst í bókabúðum og - sølum kring landið fyri 290,- krónur.