Veðrur vigaði 100 pund

Ein træveturveðrur, sum hevði gingið í Tindhólmi í summar, vigaði 100 pund Leygardagin fletti Leivur Steintún í Sørvági ein træveturgamlan veðr, sum hevði gingið úti í Tindhólmi í summar, og tá krovið kom at hanga í vektini, vísti hon 100 pund.

Veðrurin varð uppgjørdur til brunds í hagapartinum Norðurtriðingi fyri trimum árum síðan. Á seyðasýning varð hann kosin ?Úrvalsseyður?, og øll trý árini hevur hann brundað á Norðurtriðingi.

Kelda: joanisnielsen.fo