Veðrið í dag. Upp í ein strúk í vindi, 8-13 m/s av útsynningi og vestri, sum minkar niður í 5-10 m/s. Tað verður skiftandi skýloft við ælaveðri og heglingi.
Seinnapartin í dag veksur vindurin aftur av norðri og útnyrðingi, 8-13 m/s.
Hitin fer at liggja millum frostmarkið og fimm stig. Hitin fellur niðurum frostmarkið í nátt.









