VB-Kyndil 33-19 (20-13)
Hondbóltur
Tað var ongantíð líkt til, at talan skuldi gerast um nakran spennandi dyst millum VB og Kyndil, tá liðini hittust fríggjadagin.
Støðan hjá kyndilsvenjaranum var nevnliga alt annað enn góð undan dystinum. Fleiri avboð komu í evstu løtu, og tískil taldi leikarahópurin bert átta leikarar. Tvær til at verja málið og seks útileikarar.
Orkaðu ikki
Dysturin gekk tí á leið soleiðis, sum ein kundi væntað.
Fyrstu løtuna megnaði Kyndil at fylgja við, men tá útskiftingar ikki kundu gerast, fór møðin skjótt at gera seg galdandi, og seinastu løtuna av fyrra hálvleiki leyp VB avstað, uttan at Kyndil hevði nakran sum helst møguleika at fylgja við teimum.
Í seinna hálvleiki kundi VB taka sær av løttum, og her nýttu tær høvið til at nýta allan beinkin, soleiðis at allar sluppu at fáa nakað av dystarvenjing.
Fylgja við
Við sigrinum gjørdi VB sítt til, at tær enn hava so nøkun lunda samband við bæði VÍF og Stjørnuna.
Enn er teirra møguleiki í gullstríðnum ikki heilt burturi, men fyri at røkka hesum verður eisini neyðugt at vinna á onkrum av ovaru staddu liðnum.
Fyrta høvi til hetta verður ikki fyrr enn í januar mánaði, tá Stjørnan kemur á vitjan í Vági.
Fyri Kyndil var her talan um mittasta dystin í eini viku, sum úrslitaliga skuldi gerast ein sonn katastrofa fyri liðið.
Eitt er, at tær í VB hittu eitt mótstøðulið, sum í ár tykist vera heldur betri fyri enn havnarliðið, men at koma suður við bert seks útileikarum kann ikki metast sum nøktandi fyri nakran av pørtunum. Serliga ikki tá talan er um eitt somikið stórt felag sum Kyndil.
Dysturin í tølum
Málskjúttar
VB: Rannvá Augustinussen 7, Regina Radó 7(1), Gurið Mortensen 6(1), Andrea Lütz 5, Sórun Krosslá 4(1), Eyðbritt Krosslá 2, Margri: th Augustinussen 1, Mary Krosslá 1
Kyndil: Signhild Petersen 5(3), Jórun Ludvig 5, Anita Kjærbo 4, Jensia Petersen 3, Brynhild Klein 2(1)
Brotskøst: VB 5, Kyndil 6
Útvísingar: VB 2
Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen