Vatnið dálkað í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø

Vegna tekniskt brek á vatnverkinum, er vatnið dálkað í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø.

 

Mælt verðu tí til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður. Hetta til nærri boð verða givin.

 

Roknað verður við, at vatnið er reint aftur mikudagin í komandi viku.

 

Hetta skrivar Tórshavnar Kommuna á torshavn.fo.