Vaska bilin uttan kemisk vaskievni

"ENJO International" í Eysturríki er ein av heimsins fremstu fyritøkum innan effektiva og umhvørvisvinarliga reingerð. Alt hetta snýr seg í høvuðsheitum um vaskiklútar, ið eru gjørdir úr serstøkum tægrum. Vaskievnið er einans kalt vatn

Í staðin fyri at selja ymisk vaskievni til bilin, sum t.d. til lakkeraðu flaturnar og  felgurnar, eins og kabinu og rútar, hevur ENJO sergjørdar klútar til øll hesi endamál og harvið alla reingerð av bilinum. Bileigaranum nýtist bert at gera ein íløgu í nakar klútar og sleppur heilt undan at keypa sápu og onnur kemisk vaskievni. 
 
Vaskievnið er kalt vatn, og er tað heilt ókeypis. Tað snýr seg um at nýta teir røttu klútarnar til rætta endamálið. Ein klútur er til at vaska bilin uttan, ein annar at turka bilin við, ein til rútarnar og ein til kabinuna o.s.fr.
 
Um bilurin er rættuliga skitin er eingin trupulleiki at vaska hann við ENJO-klúti saman við vatni. Klúturin, ið tekur bæði skitt og asfalt, er eisini sera væl egnaður til felgurnar. Í mun til onnur vaskievni er eingin bíðitíð við ENJO-klútinum, einki vaskievni sum skal sprænast upp á fáa tíð at virka.  
 
ENJO-vørurnar verða framleiddar av "ENJO International" í Eysturríki og verða einans seldar av útbúnum konsulentum, sum geva kundum røttu vegleiðingina. Produktini kunnu nýtast í øllum húsarhaldinum, og høvuðsendamálið er fara væl við umhvørvinum.
 
Alt hetta snýr seg í høvuðsheitum um vaskiklútar, ið eru gjørdir úr serstøkum tægrum. Hetta ger at nýtslan av sápu og øðrum kemikalium kann minkast við 90 prosentum ella meira. 
 
Sum fyritøka leggur Enjo stóran dent á at verja umhvørvið og tey hava eina fullfíggjaða reingerðingsskipan, sum kann brúkast í húsarhaldinum, á stovnum, á virkjum ella hvar tað skal vera.
 
Í Føroyum er tað ENJO-Føroyar v. Tórhardu Bláhamar, Tjarnarlág 41, Tórshavn,  sum er ENJO aðalumboð, telefon 314353 ella 226603.  
Fleiri ENJO umboð finnast á heimasíðuni www.enjo.fo