Varmakeldustevna byrjar við framsýning

Í annaðkvøld klokkan 20 lata fuglfirðingar upp velduga listaframsýning á ikki minni enn fýra støðum í bygdini. Umframt so frægar listamenn sum Øssur Mohr, Tummas Jákup Thomsen og Kára Svensson, ið vera millum hópin av framsýnarum, fer m.a tónleikabólkurin Aldubáran at spæla í sambandi við ferniseringina í Fuglafirði

Høgni Mohr


Tá tað berst Muhamedi frá at koma til fjallið, noyðist fjallið koma til Muhamed. Um tað er hetta orðafellið, ið hevur veitt hugflog til sjáldsomu listaframsýningina í Fuglafirði á Varmakeldustevnu, hevur ikki eydnast at fingið uppspurt.

Undir øllum umstøðum, fara fyrireikararnir at spjaða listaverkini kringum í bygdini, nú skipað verður fyri stórari listaframsýning í sambandi við Varmakeldustevnu.


Úr fimleikahøl

í bilskúr

Sum vanligt hevur verið undanfarin ár, fara listafólkini at sýna fram í fimleikahøllini í Fuglafjarðar Skúla. Stóra høllin verður somuleiðis karmur um tónleikatiltøk og upplestur í sambandi við framsýningina.

Harumframt fer at bera til at skoða list á trimum øðrum støðum í bygdini. Í Kommunukjallaranum, Í Piddasahandli (Riberhúsi) og í bilskúrinum hjá Sigurdi Simonsen. Óvanliga tiltakið sprettir ikki úr ongum. Skapanarhugurin í bygdini hevur í drúgt áramál verið stórur, og framsýningin hesaferð er hin 31. í røðini.


Forkunnugar vitjanir

Stevnugestir og fuglfirðingar fáa forkunnugar vitjanir í sambandi við stóra mentanartiltakið. Umframt hin viðurkenda fuglfirðingin, Øssur Mohr, ið fer at sýna fram, koma eisini ungi Tummas Jákup Thomsen úr Gøtu og havnamaðurin, Kári Svensson við á Varmakelduframsýningina. Báðir hava røtur í Fuglafirði; mammurnar eru fuglfirðingar?

Í morgin koma tey í tónleikabólkinum, Aldubáruni, at leika í sambandi við ferniseringina. Millum annað áhugavert, skal eisini strúkikvartettin nevnast. Tey, ið manna kvartettina, eru Pól Øregaard, Sam Jacobsen, Jens Christian Guttesen og Monika Stauss Joensen. Sunnudagin klokkan 16 spæla tey í fimleikahøllini.

Gjørdur er ein faldari í sambandi við framsýningina. Hann fæst á kunningarstovum og posthúsum kring landið. Plakat er eisini gjørd í sama sambandi. Myndaevnini á henni, eru tekningar hjá Frits Johannesen og málningur hjá Øssuri Mohr. Til ber at ogna sær plakatina í fimleikarhøllini, men sagt verður, at upplagið er avmarkað.

Skráin fyri tiltøkini í fimleikahøllini í sambandi við málningaframsýningina er hendan:


Óðinsdagur 30. juni kl. 20.00

Fernisering

Býráðsforkvinnan, Hallbjørg Hansen, letur framsýningina upp

Aldubáran brýtur?


Tórsdagur 1. juli kl 19.00

Brøðurnir, Høgni og Bárður á Lakjuni, spæla klaver og tvørfloytu

Hans Jacob Hansen hugleiðir


Fríggjadagur 2. juli kl. 19.00

Fuglafjarðar Gentukór førir fram

Petur Martin Petersen hugleiðir


Leygardagur 3. juli kl. 19.00

Fuglafjarðar Sangkór syngur


Sunnudagur 4. juli kl 16.00

Strúkikvartett: Pól Øregaard, Sam Jacobsen, Jens Chr. Guttesen og Monika Stauss Joensen



Opið verður soleiðis::


Óðinsdag, 30. juni kl. 20.00 - 21.00

Tórsdag, 1 juli kl. 16.00 - 20.00

Fríggjadag, 2. juli kl. 16.00 - 20.00

Leygardag, 3. juli kl. 16.00 - 20.00

Sunnudag, 4. juli kl. 14.00 - 20.00

Mánadag, 5 juli kl. 16.00 - 20.00



Varmakeldutilfar fríggjadagin


Í blaðnum komandi fríggjadag ber til at lesa meira um áhugaverdu listarframsýningina, umframt nógv annað tilfar úr Fuglafirði. Lesið millum annað prát við Hans Jacob Hansen, sjónleikara, listamann og hárfagran langabba?


Sosialurin, fríggjadagin?