Leygarvøldið 8. mai klokkan 19.30 fer Vestmanna Sangkór at hava árligu várkonsertina í Vestmanna Kirkju. Dagin eftir, sunnudagin 9. mai fara vit til Tjørnuvíkar og hava konsert har kl 19.
Eirikur Lindenskov
Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku vár- og summarsangum, og uppií nakrir danskir, íslendskir, svenskir, norskir og enskir summarsálmar og -sangir.