Várfiskurin bíligur

Tann minsta hýsan fær líka góðan prís sum tann størsti toskurin.

Hesa tíðina fáa útróðrarbátarnir og aðrir bátar væl av toski, men sum vanligt er, kemur minni burtur úr fíggjarliga, tí virkini fáa minni burtur úr fiskinum í gýtingartíðini.

 

Hetta sæst eisini á prísinum á Fiskamarknaðinum. Mánadagin fór toskur III fyri 12,51 krónur í meðal, og í gjár var prísurin komin niður á 11,57 krónur fyri kilo.

 

Ørvísið er við hýsuni, men tað er heldur ikki so nógv av hýsu á uppboðnum hesa tíðina. Til samanberingar kann tó nevnast, at mánadagin var meðalprísurin á hýsu III 18,30 krónur og í gjár 17,87 krónur.

Eitt, sum eisini lýsir støðuna, er, at í gjár fingu tann størsti toskurin og tann minsta hýsan sama meðalpris.