Nógvir dystir hava í kvøld verið á skránni í ensku Premier League, har millum annað øll oddaliðini hava verið í dysti.
Sjálvt oddaliðið, Leicester, spældi á heimavølli móti Liverpool, og Leicester vísti í kvøld enn einaferð at teir skulu takast í álvara um Premier League steypið í ár. Leicester vann heimadystin móti Liverpool 2-0 við tveimum málum frá toppskjúttanum, Jamie Vardy.
Hóast Liverpool var væl meira á bóltinum enn Leicester, vísti Leicester stórar dygdir í álopsspælinum. Serliga fyrsta málið hjá Jamie Vardy var ein sonn perla, tá hann hálvfluktaði eina langa sending frá Riyad Mahrez í Liverpool málið.
Av hinum liðunum sum elta Leicester í oddinum, fingu Manchester City og Tottenham fult í sínum dystum, meðan Arsenal dumpaði á heimavølli móti Southampton.
Manchester City vann sín dyst 1-0 á útivølli móti Sunderland, har málið kom longu tá fýra minuttir vóru leiktir av dystinum. Málskjútti hjá Manchester City í kvøld, var einaferð enn sum áður, Sergio Aguero.
Tottenham framdi í kvøld sannførandi avrik. Í trupla útidystinum móti Norwich vann Tottenham sannførandi 3-0 sigur við tveimum málum frá Harry Kane, umframt einum frá Delle Alli.
Mest óvæntaða úrslitið kom helst á Old Trafford. Manchester United, sum undan dystinum í kvøld hevði spælt 11 málleysar fyrra hálvleikar á rað á heimavølli, kom í kvøld av álvara í gongd. Longu í hálvleikinum var Manchester United á odda 2-0 við málum frá ungu Jesse Lingaard og Anthony Martial.
Í seinna hálvleiki staðfesti liðskiparin, Wayne Rooney, sigurin fyri Manchester United, tá hann skoraði til 3-0.
Av hinum dystunum sum vóru leiktir í kvøld kann millum annað nevnast at Crystal Palace heldur óvæntað tapti móti Bournemouth á heimavølli, meðan West Ham vann 2-0 á heimavølli móti botnliðnum Aston Villa.
Dystirnir í kvøld:
Arsenal – Southampton 0-0
Leicester – Liverpool 2-0
Norwich – Tottenham 0-3
Sunderland – Manchester City 0-1
West Ham – Aston Villa 2-0
Manchester United – Stoke 3-0
West Bromwich – Swansea 1-1
Crystal Palace – Bournemouth 1-2
Støðan :
| 1 | Leicester | 24 | 14 | 8 | 2 | 44:26 | 50 |
| 2 | Manchester City | 24 | 14 | 5 | 5 | 46:23 | 47 |
| 3 | Tottenham | 24 | 12 | 9 | 3 | 44:19 | 45 |
| 4 | Arsenal | 24 | 13 | 6 | 5 | 37:22 | 45 |
| 5 | Manchester United | 24 | 11 | 7 | 6 | 31:21 | 40 |
| 6 | West Ham | 24 | 10 | 9 | 5 | 38:28 | 39 |
| 7 | Southampton | 24 | 9 | 7 | 8 | 32:24 | 34 |
| 8 | Liverpool | 24 | 9 | 7 | 8 | 30:34 | 34 |
| 9 | Stoke | 24 | 9 | 6 | 9 | 24:28 | 33 |
| 10 | Watford | 23 | 9 | 5 | 9 | 27:26 | 32 |
| 11 | Crystal Palace | 24 | 9 | 4 | 11 | 25:29 | 31 |
| 12 | Everton | 23 | 6 | 11 | 6 | 40:34 | 29 |
| 13 | West Bromwich | 24 | 7 | 8 | 9 | 23:31 | 29 |
| 14 | Chelsea | 23 | 7 | 7 | 9 | 32:34 | 28 |
| 15 | Bournemouth | 24 | 7 | 7 | 10 | 29:39 | 28 |
| 16 | Swansea | 24 | 6 | 8 | 10 | 23:32 | 26 |
| 17 | Norwich | 24 | 6 | 5 | 13 | 28:46 | 23 |
| 18 | Newcastle | 23 | 5 | 6 | 12 | 25:41 | 21 |
| 19 | Sunderland | 24 | 5 | 4 | 15 | 28:47 | 19 |
| 20 | Aston Villa | 24 | 2 | 7 | 15 | 18:40 | 13 |











