Ávarar ímóti følskum tíðindum um heilivág ímóti korona

Vit skulu ikki trúgva øllum tí, vit lesa og hoyra, sigur stjórin í heilivágsráðnum í Danmark

Tað er eingin heilivágur ímóti korona.

Tað staðfesti Thomas Senderovitz, stjóri í heilivágsráðnum í Danmark, á tíðindafundi í morgun.

Líka síðani korona fór at ganga, hava óteljandi søgur verið um, at koppingarevni verður klárt í næstum, og óteljandi søgur hava verið um, at granskarar hava funnið út av, at bæði hesin og hasin heilivágurin kann brúkast ímóti korona.

Men Thomas Senderovitz, leggur dent á, at tað er púra einki hald í hesum tíðindunum.

Hann sigur, at heilivágsráðið fylgir væl við gongdini og sannleikin er tann, at eingin heilivágur er tøkur, sum kann brúkast ímóti korona.

Hann sigur,at tosa vit um at at viðgera sjúklingar ímóti korona, kann talan vera um at brúka heilivág, sum longu er tøkur og kanna um teir eisini kunnu brúkast ímóti korona.

Í hesum sambandi hevur tað verið frammi, at heilivágur, sum verður brúktur ímóti malaria, og heilivágur, sum verður brúktur ímóti HIV-smittuni, eisini virkar ímóti korona.

– Tað eru ongar kanningar sum prógva, at hesin heilivágurin virkar ímóti korona, sigur hann.

Ein annar máti er at menna nýggjan heilivág ímóti korona, og tað er tað eitt stórt av granskarum kring allan heimin, sum arbeiða við.

Stjórin í heilivágsráðnum sigur, at tað gevur eina vón, at tað fer fram, og tá ið hesin heilivágur so verður kannaður, mugu kanningarnar prógva, um fyrimunirnir við at brúka tann heilivágin er størri enn vansarnir.

– Vit kunnu ikki taka heilivág í brúk, fyrrenn vit hava vissu fyri, at hann hjálpir, og at hjáárinini ikki eru verri enn nyttan av honum.  

Hann ávarar samstundis fólk ímóti at svølgja øllum rátt, tey lesa um heilivág ímóti korona.

– Bæði fólk, og fjølmiðlar, eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey bera tíðindi í fjølmiðlum og á sosialum miðlum um hendan og handan heilivági, sum ger undurverk ímóti korona, segði hann á fundinum.