Tað er heilt nógvur vindur kring alt landið í dag, og summastaðni er nógvur kavi eisini komin niður, og sosatt eru koyrilíkindini vánalig.
Landsverk ávarar serlia ímóti trimum vegastrekkjum, Vestmannavegnum, Oyggjarvegnum, og vegnum um Sandavágsháls. Har er vindur, men har er eisini fitt av kava, so Landsverk sigur, at har eru vánalig koyrilíkindi. Tí verður heitt á bilførarar, sum skulu tann vegin, um at koyra varliga.
Tað verður fitt av vindi nakað út á kvøldið, men so far hann at minka vindin aftur.











