- Eg var sannførdur um, at hatta fór at verða niðurstøðan. Men tá tú soleiðis verður skuldsettur, so er tað kortini altíð ein lætti at verða reinsaður, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Landsstýrismaðurin sigur, at starvsfólkini í Mentamálaráðnum sjálvsagt kanna slík viðurskifti áðrenn handlað verður. Hann heldur, at ov nógv varð gjørt burtur úr hesum máli.