Var Sambandsflokkurin ímóti Atlantic Airways? (Spurningur til Áka Andreasen)

Helgi Abrahamsen

Áki Andreasen hevði í bløðunum tann 18. august eina grein við yvirskriftini »Johan Dahl, Atlantic Airways og sambandsmuran«. Eg skal ikki leggja meg út í kjakið millum Áka og Johan, men vil bert gera vart við ein pástand, sum eftir hondini er endurtikin somikið ofta, at eg haldi, at tey sum bera hann fram, nú eiga at koma við einum prógvi.
Áki skrivar millum annað hesi brotini:

»Atlantic Airways hevur ongantíð verið nakað hjartabarn hjá Sambandsflokkinum« ... »um Sambandsflokkurin fekk sín vilja í áhaldandi mótstøðu síni móti Atlantic Airways...«, og » ... høvuðsboðskapurin hjá Sambandsflokkinum er eins rámur í dag, sum tá teir stríddust móti Atlantic Airways«.

Eg havi hugt í Løgtingstíðindi, men finni einki har, sum bendir á, at Sambandsflokkurin var ímóti, at føroyingar komu upp í flúgvingina - tvørturímóti!
Í Løgtingstíðindum sæst, at tá partafelagið Atlantic Airways varð sett á stovn í 1987, varð lógaruppskot lagt fyri tingið, har biðið varð um heimild til at seta 1,02 mió. krónur í partapeningi í felagið. Hesum tók Sambandsflokkurin undir við. Minnilutin í fíggjarnevndini, (Ivan Johannesen, Anfinn Kallsberg og Eyðun Viderø) skrivaði millum annað soleiðis í teirra áliti:

»Minnilutin gongur inn fyri, at føroyingar koma upp í flúgvingina.«

Í mars 1989 varð biðið um landskassaveðhald á 75 mió. krónur til P/F Atlantic Airways. Tað málið varð, eins og hitt fyrra, beint í fíggjarnevndina, og 30. mars sama ár skrivaði nevndin álit, har ein samd nevnd (íroknað Flemming Mikkelsen úr Sambandsflokkinum) mælti tinginum til at samtykkja uppskotið, við onkrum broytingum.
Eg fari tí at spyrja Áka Andreasen, hvat hann og onnur byggja pástandin á, tá tey ferð eftir ferð siga, at Sambandsflokkurin stríddist ímóti Atlantic Airways?