Maðurin, sum var til grundlógaravhoyring í Føroya rætti í morgun, varð varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan løgreglan kannar málið. Orsøkin til varðhaldsfongslingina var, at dómarin metti, at vandin fyri, at maðurin aftur fór at fremja harðskap var stórur.
44 ára gamli maðurin er fleiri ferðir fyrr dømdur áður, eisini fyri harðskap. Sunnumorgunin var so aftur galið. Tá bleiv áfast millum hann og ein 50 ára gamlan granna. Teir búgva í somu húsum, men leiga hvør sítt kamar.
44 ára gamli maðurin er nýliga royndarleyslatin úr geglinum, eftir at hava fingið ein harðskapsdóm. Báðir menninir eru kenningar hjá løgregluni.
Løgreglan fer komandi dagarnar at kanna málið nærri, áðrenn maðurin skal fyri rættin aftur. Verður hann tá funnin sekur í ákæruni, verður restin av fongsulsrevsingini frá seinast løgd afturat nýggju revsingini.