Varðhaldsfongslaður í tríggjar dagar

Ein persónur er varðhaldsfongslaður í tríggjar dagar í sambandi við, at viðkomandi stakk ein annan persón við knívi

Talan er um tveir persónar, ið eru í parlagi, sum fóru til hendurs nýggjársnátt. Viðkomandi, sum nú er varðhaldsfongslaður til í morgin, hevur stungið hin persónin fleiri ferðir við knívi. Báðir persónarnir eru innlagdir á Landssjúkrahúsinum. Hvørgin er tó í lívsvanda.

Tann, sum hevur stungið, er skuldsettur fyri drápsroynd og í aðru atløgu fyri grovan harðskap. Málið verður tikið upp aftur í rættinum í morgin.