Ein 40 ára gamal maður varð í dag í Føroya Rætti varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur fyri at hava sett fram deyðshóttanir móti fyrrverandi unnustu síni.
Maðurin varð annars varðhaldsfongslaður 12. februar fyri líknandi hóttanir, og við rættarmál í Føroya Rætti 24. mai varð hann kendur sekur í millum øðrum deyðshóttanum.
Hann var eisini tá kendur sekur í at hava stungið verandi unnusta hjá kvinnuni við felliknívi í armin, nekað, ið maðurin játtaði seg sekan í.
Revsiásetingin var tó ikki útmáld, tí bíðað verður eftir einari mentalkanning, sum er gjørd, men niðurstøðan ikki skrivað.
Av tí sama kravdi ákærin, sum í hesum førinum var nýggi fútin, John Kølbæk, mannin varðhaldsfongslaðan í tríggjar vikur. Hesa avgerð kærdi verjin hjá ákærda manninum, so nú er tað upp til Eystara Landsrætt at taka støðu til, um maðurin skal sita so leingi varðhaldsfongslaður.
Landsrætturin plagar at gera skjótt av í slíkum førum, og væntandi tekur landsrætturin støðu innan fáar dagar.