G!Festivalurin hevur siðvenju fyri at leggja ábendingar í sínar lýsingar. Í nýggjastu lýsingini er ein apa. Planet.fo hevur kannað sambandið millum apuna og The Prodigy.
Apan hevur fingið nógv fólk at gita, at bólkar, sum t.d. Gorillaz, Arctic Monkeys ella Racing Ape, verða á festivalinum. Men vit vita av royndum, at G!Festivalurin seinastu tíðina hevur verið eitt sindur snildari enn so við sínum ábendingum. Soleiðis er eftir øllum at døma eisini hesaferð. Tað tók eitt sindur av njósnan og leitan at finna sambandið millum apuna og The Prodigy, og vit eru heldur ikki heilt vís í, at hetta er rætta loysnin. Men nýggjasta stakfløgan hjá The Prodigy av teirra savnsfløgu, ið kom út í fyrraárið, er eitt endurbland av hittinum frá 1994, Voodoo People. Í hesum lagnum samplar The Prodigy eitt gittarriff úr sanginum Very Ape hjá Nirvana. Her var apan. Langt úti? Ja, kanska. Men við tíðini eru vit vorðin somikið dugnalig at loysa gáturnar, at tær mugu gerast torførari. Um altso apan er ein gáta.