Vantandi virðing fyri sjálvbodna arbeiðinum í ítróttarfeløgunum

Tað kom dátt við, tá stjórnin hjá ÍSF kundi staðfesta, at tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í ítróttarfeløgunum kring alt landið, nú skal svíða fyri at fáa Løgtingsfíggjarlógina fyri 2011 at hanga saman

- Vit standa spyrjandi og undra okkum yvir hugburðin, sum landið vísir við hesum. Boðskapurin hongur ikki saman. Tað er rørsluár í ár, har tað eisini frá politiskari síðu verður víst á, hvussu týdningarmikið tað er, at fólk røra seg og íðka ítrótt undir skipaðum viðurskiftum.
Tað skrivar Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, í tíðindaskrivi.
Hóast játtanin til ítróttina stórt sæð bara er lækkað seinastu 20 árini, hevur Løgtingið, í uppskotinum fyri 2011, valt at skera enn eina hálva millión krónur av stuðlinum, sum Løgtingið letur Ítróttarsambandinum, og har við til føroyska ítrótt.
Tað kemur illa við hjá forsetanum.
- Tá vit annað hvørt ár senda okkara ítróttaungdóm at umboða Føroyar á Oyggjaleikum, fáa vit eisini váttað frá politiskari síðu, hvussu týdningarmikið arbeiðið er, sum verður gjørt innan føroyska ítrótt. Tað sama er galdandi, tá okkara fremstu ítróttarfólk koma heim við glitandi altjóða heiðursmerkjum um hálsin, skrivar Petur Elias Petersen.

Missa stuðul
Men tað sæst bara ikki aftur í politikkinum, heldur hann.
Miðskeiðis í rørsluárinum 2010, meðan sersambondini fyrireika seg til oyggjaleikirnar á Isle og Wight næsta summar, komu boðini frá almennari síðu, at tað skal skerjast enn ein hálv millión krónur av stuðlinum til ítróttina.
Tað skal síggjast í ljósinum av, at ÍSF hevur longu mist stuðulin til ein ítróttarráðgeva, umframt, at ein millión krónur vóru skornar av stuðlinum til fótbóltin í sambandi við ólavsøkupakkan í fjør.
Her við hevur ítróttin mist 1,85 millión krónur seinastu trý árini. ÍSF hevur hinvegin fingið 600.000 krónur at stuðla úrvalsítrótti, sum Ítróttarsambandið sanniliga fegnast um, men tað kemur ikki breiðu ítróttini til góðar, vísir Petur Elias Petersen á.
- Stjórnin í ÍSF harmast um gongdina, tí tað er eisini á øðrum økjum, at ítróttin er fyri vanbýti. Eitt nú fingu vit lyfti um eina mvg-afturbering, tá stuðulsskipanin til ítróttaanlegg og samkomuhús fór úr gildi, men hóast givin politisk lyfti, er einki víst í verki í hesum máli, skrivar hann.

Skilja ikki støðuna
Niðurstøðan hjá Ítróttarsambandinum er, at politiska skipanin hevur aks ikki skilt ómetaliga stóra virði í tí, sum sjálvboðin í ítróttarlívinum kring Føroyar gera dag og daliga, skrivar hann.
Í mun til nógv annað, sum peningur verður játtaður til á løgtingsfíggjarlógini, er tann hálvan milliónin, sum nú verður skorin frá ítróttini, piparnøtur, og tað er samlaða upphæddin til ÍSF á 4,75 milliónir krónur eisini, heldur forsetin.
- Verður uppskotið samtykt í verandi líki, verður tað til stóran skaða fyri tað, sum vit hava roynt at bygt upp í ÍSF seinastu árini. Vit hava tvey starvsfólk í umsitingini, har av annað er ítróttarráðgevi. Umsitingin kann ikki skerjast meira, annars dettur øll samskipanin av ítróttini sundur, skrivar Petur Elias Petersen.

Vónar tað besta
Skerjingin av játtanin fer í høvuðsheitum at ganga út yvir ítróttarliga virksemið hjá Ítróttarsambandinum og sersambondunum.
Petur Elias Petersen vísir á, at tað verður væntað, at landslið detta niðurfyri, og tað sama er galdandi fyri førleikamennandi skeið av eitt nú venjarum og dómarum.
- Tað harmonerar ómetaliga illa saman við tí veruleika, at alt fleiri føroyingar íðka ítrótt í skipaðum feløgum, samstundis sum heilsumyndugleikar og politiskir myndugleikar eggja øllum til at røra seg meira, skrivar forsetin.
Ætlanin er næsta ár at seta kostin á dagsskránna. Eins og við rørsluárinum metir ÍSF seg hava týdningarmikla uppgávu fyri at broyta vanarnar hjá føroyingum, og serliga tí uppvaksandi ættarliðnum, á eina heilsubetri kós.
- Men kann tað fremjast við einari lækkandi játtan?, spyr forsetin í ÍSF.