Vantandi politisk undirtøka

Hóast landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur sett seks milliónir av á komandi fíggjarlóg til ein miðnámsdepil í Marknagili, so er ikki politisk undirtøka fyri ætlanini. Eitt nú hevur Kristian Magnussen í Javnaðarflokkinum at ætlanini

Miðnámsdeplin í Marknagili er nógv frammi fyri tíðina. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur seg hava kunnað allar flokkar á tingi um ætlanina, og at ætlanin er til politiska viðgerð enn.
Samstundis er greitt, at semja ikki er í samgonguni um, at júst hendan ætlanin skal setast í verk.
Kristian Magnussen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sigur, at hann ikki dugdi at síggja tað fantastiska í hesari ætlanini, tí henni vantar ítøkiligar upplýsingar.
Jógvan á Lakjuni hevur gjørt av at seta seks milliónir av til ætlanina á komandi fíggjarlóg og 22 milliónir á einari langtíðarætlan fyri 2006.
? Málið er ikki liðugt polititiskt viðgjørt enn, og eg ætli eisini at viðgera tað meira í samgonguni, áðrenn eg fari í tingið við tí. Men viðgerðin skal helst verða liðug, áðrenn fíggjarlógin verður samtykt, sigur hann.
Jógvan á Lakjuni sær sjálvur nógvar møguleikar í miðnámsdeplinum. Hann vísir á, at tá fer so at bera til at nýta felagshentleikar so sum serstovur, kantinu, bókasavn og annað.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at rákið allastaðni er, at miðnámsskúlaskipaninar verða endurskoðaðar, og heldur hann, at jú fleiri fólk eru savnað í einum depli, jú fleiri møguleikar verða til tey ungu.
Hóast politisk undirtøka ikki er fyri ætlanini, so hevur landsstýrismaðurin sum sagt sett seks milliónir av til hana. Hann væntar, at um so ætlanin ikki vinnur frama í løgtinginum, so verða pengarnir standandi kortini.
? Øll vita, at tekniski skúli og studentaskúlin í Hoydølum treingja til betri karmar, og tað eru øll eisini samd um. Men tað er rætt, at ikki øll eru samd um hesa ætlanina at lata ein miðnámsdepil byggja í Marknagili, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum.