Vantandi MSC-góðkenning kann fáa stórar avleiðingar

Grønlendska svartkalvaveiðan er ikki MSC-góðkend, og nú stúra virkini fyri avleiðingunum

Grønlendsk virkir, sum virka svartkalva til útflutnings, siga, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, um keypararnir fara at krevja, at vøran hevur ta sokallaðu MSC-góðkenningina, sum sigur, at fiskurin er veiddur á burðardyggum grundarlagi.
Qeqertaq Fish er eitt av virkjunum, sum kenna seg hótt. Erik Nielsen, nevndarformaður, sigur við kringvarpið í Nuuk, at eitt krav frá keyparunum um MSC-góðkenning kann fara at kosta felagnum nógvar pengar.
-Vit útfluttu umleið 3.000 tons av svartkalva í fjør og umleið 2.000 tons í ár, og tað fer at raka okkum meint, um keypararnir vraka okkara vøru, tí hon ikki hevur MSC-góðkenningarmerkið, sigur Erik Nielsen við KNR.
Í Kangaamiut Seafood, sum útflytir grønlendskar fiskavørur, sigur stjórin, Ulrik Bjerre Rasmussen, við KNR, at vørur við MSC-góðkenning fara uttan iva at geva betri prís, og at tað slepst neyvan uttan um hendan veruleikan.
Í Danmark er Dansk Supermarked, sum eigur handilsketurnar Bilka, Føtex og Netto, givið at selja fleiri fiskavørur, sum ikki hava MSC-góðkenning.
Grønland hevur ikki biðið um MSC-góðkenning fyri svartkalva enn, men landsstýrið er í ferð við at fyrireika umsóknina.