Vænta einans fýra føroysk fyl í ár

Aling av føroyskum rossum darvað vegna vantandi eftirspurning

Í samband við arbeiðið at ala fleiri føroysk ross, vóru einans fýra føroyskar ryssur hjá greðingi í fjør. Signa Kallsoy Joensen, forkvinna í Felagnum Føroysk Ross greiðir frá, at hettar talið er alt ov lítið.

 

Fleiri ryssur eru egnaðar at vera virknar í alingini, men tað er torført at sleppa av við fylini sum koma undan, og tí er stígur komin í. Felagið Føroysk Ross hevur í nøkur ár arbeitt miðvíst við at ala føroysk ross, hettar arbeiðið hevur gingið væl. Árini 2013-2017 komu 30 nýggj fyl. Men tað er trupult at selja øll fylini. Verandi lóggáva loyvir ikki útflutningi av føroyskum rossum. Felagið Føroysk Ross vísir á, at tað er avgerandi, at fleiri ogna sær føroysk ross. Eftirspurningurin í Føroyum er ikki nóg stórur. Forkvinnan í Felagnum Føroysk Ross greiðir frá, at tey merkja stóran áhuga úr Danmark, Noregi, Bretlandi og øðrum londum frá fólki, sum ynskja at vera við at varðveita føroyska rossið.

 

Stutta vakstrarlagið merkir, at rossið er ov lítið til flestu vaksin fólk. Tí velja fólk sær heldur onnur rossasløg. Felagið Føroysk Ross hevur ætlanir um at varpa ljós á nýttuvirðunum av føroyska rossinum. Rossið er sera væl egnað til børn og kann vera gagnligt hjá børnum við ymiskum avbjóðingum, ætlanin er eisini at menna ítrótt við hestavognum.

 

Stovnurin er undir 100 ross, skal stovnurin vera toluliga góður skulu 3000 aliryssur vera.