Vanlukkan í Pakistan kann kosta 87 milliardir

Tað fer at taka minst fimm ár at endurbyggja tað, sum er farið í vatnflóðini í Pakistan, og endurbyggingin kann fara at kosta upp í einar 87 milliardir krónur. Ein pakistanskur embætismaður, sum starvast í London, sigur við Reuters-tíðindastovuna, at vegir eru skolaðir burtur, brýr eru brotnaðar, og stór landbúnaðarøki standa undir í vatni og geva tí onga grøði.

Pakistanska stjórnin hevur biðið altjóða samfelagið um hjálp. ST hevur mælt altjóða samfelagnum til at lata 2,8 milliardir krónur í fyrsta umfari, men enn er bara ein góður fjórðingur komin vegin fram.

Pakistanskir myndugleikar og altjóða hjálparfelagsskapir siga, at vatnflóðin hevur rakt 20 milliónir fólk, og at meiri enn 2.000 fólk eru deyð.