Á løgtingsvalinum næstsíðsta leygardag fekk Fólkaflokkurin 24,4 prosent og 8 tingsessir, meðan Sambandsflokkurin fekk 20,3 prosent og 7 tingsessir.
Men tað er als ikki óvanligt, at næststørsti flokkur í samgongu fer við løgmanssessinum. Síðani fyrsta landsstýrið varð skipað eftir nýggju stýrisskipanarlógini í 1998, er tað at kalla siðvenja, at størsti flokkur ikki fær løgmann.
(1) Tað hendi í 1998, tá Tjóðveldisflokkurin var størsti flokkur, men gav Fólkaflokkinum løgmann.
(2) Tað hendi aftur í 2002, tá samgogan millum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin helt fram við hjálp frá Miðflokkinum.
(3) Í 2004 var fyrra ABC samgongan skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Størsti flokkur í hesi samgongu var Sambandsflokkurin við 23,7 prosentum, men kortini fekk Javnaðarflokkurin løgmann við 21,8 prosentum.
(4) Eftir løgtingsvalið í 2008 var sama skilið. Tá var CHE samgongan skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin. Tá var Tjóðveldi størsti flokkur við 23,3 prosentum og 8 tingsessum, meðan Javnaðarflokkurin bara hevði 19,3 prosent og 6 tingsessir.
(5) Í sepetmber í 2008 var nýggj samgongan skipað, seinna ABC samgongan, og tá fekk Sambandsflokkurin løgmann við 21 prosentum, meðan Fólkaflokkurin var eitt lítið vet størri við 20,1 (289 atkøvður á muni).
Í 2011 og í 2015 fekk størsti flokkur løgmann. Í 2011 fekk Sambandsflokkurin løgmann sum størsti flokkur, og í 2015 fekk Javnaðarflokkurin løgmann sum størsti flokkur.
Men síðani stýrisskipanarlógin varð broytt í 1996 hevur størsti flokkur fimm av sjey ferðum latið løgmanssessin til ein minni flokk.
Um tað hendir aftur hesaferð, so er tað í tráð við siðvenju – um hon ikki er broytt við tveimum teimum seinastu samgongunum.