30 fólk bjóða seg fram at stjórna Rúsdrekkasølu Landsins. Freistin at søkja stjórastarvið var úti í gjár.
Kravið til umsøkjararnar var hóskandi hægri útbúgving at hava visiónir, at duga at seta og røkka mál og at hava góðan leiðslustíl. Samstarvsevni og leiðsluroyndir telja eisini við.
Stjórin fær løn svarandi til 37. lønarflokk hjá Tænastumonnum Landsins, og tað er góðar 40.000 krónur um mánaðin sambært lønartalvuni. Stjórin verður tó ikki tænastumaður.
Ætlanin hjá Vinnumálaráðnum at seta starvið sum skjótast, men tað fer óivað at taka sína tíð at velja út, tá ið umsøkjararnir eru so nógvir.










