Vandi fyri íslendskum skrædli

Alarmklokkurnar ýla og reyðu fløggini veittra, nú Ísland er komið á dagsordanin á altjóða fíggjarmarknaðunum Tað nærkast einum fíggjarligum skrædli í Íslandi, eftir at íslendska krónan í gjár kavaði mótvegis evruni og harvið eisini donsku krónini. Tað vilja fleiri keldur verða við, sum blaðið Børsen hevur tosað við.

Eitt stórt skrædl í einum av størstu íløgufeløgunum í Íslandi er ikki ósannlíkt, og áhugin savnast serliga um felagið Exista, sum er nær við at hava mist allan eginpeningin.

Exista hevur gjørt stórar íløgur í eitt nú íslendskar og norðurlendskar fíggjarligar fyritøkur so sum Kaupthing Banka og Sampo Group, sum hava mist virði undir kredittkreppuni.

Exista sjálvt avsannar kritikkin og kallar báðar íløgurnar »langsiktaðar, strategiskar íløgur«.

Exista er ein av størstu íslendsku fyritøkunum, mett eftir aktuella marknaðarvirðinum upp á 12,5 milliardir krónur. Men sambært útrokningum, sum Nordea hevur gjørt fyri dagblaðið Børsen, er fyritøkan nær við at vera tekniskt insolvent.

Eginpeningurin er í seinasta roknskapi gjørdur upp til 17,7 milliardir krónur, men rættingar í sambandi við kursfall á børsskrásettum partabrøvum umframt goodwill, er í veruleikanum bert ein milliard krónur eftir í eginkapitali.

Exista er høvuðsaktionerur við 23,7% av partabrøvunum í Kaupthing Banka, sum eigur danska vinnubankan FIH. Harumframt eigur Exista 20% av finska tryggingarsamtakinum Sampo Group. Bæði eru uppgjørd til keypsprísin og eru tískil ikki rættað til sambært fallandi kursunum seinastu tíðina.