Vandi fyri at føroyingar verða koyrdir í land

Føroyskir reiðarar kunnu verða freistaðir at koyra føroyskar fiskimenn íland

- Verður hendan gongdin ikki steðgað, er stórur vandi fyri, at føroyskir fiskimenn verða koyrdir íland.

 Tað heldur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

 

Í dag skal Løgtingið taka støðu til, um fiskimenn, sum fiska í føroyskum sjóøki, altíð skulu verða løntir eftir føroyskum sáttmála.

 

Tað er Aksel V. Johannesen sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, so at tað verður eitt krav, at manningarnar altíð skulu vera løntar eftir sáttmála við føroysku manningarfeløgini.

 

Formaðurin í Javnaðarflokkinum leggur so stóran dent á hetta málið, at hetta er triðju ferð, hann leggur uppskotið fyri Løgtingið. Hina báðu ferðina hevur samgongan felt uppskotið og samgongan mælir aftur til at fella tað hesa ferð.

 

Aksel V. Johannesen staðfestir, at enn er talan ikki um so stóran trupulleika, men hann heldur, at tað er stórur vandi fyri, at tað verður ein stórur trupulleiki.

 

Nógv teir reiðararnir vilja hava skipað viðurskifti við manningina, men tað eru einir tveir, tríggir reiðarar, sum ikki hava tað.

 

Ístaðin fyri at hava føroyskar fiskimenn við skipunum, hava teir útlendskar fiskimenn, sum bara fáa ein brotpart av teirri hýru, føroyskir fiskimenn fáa.

 

- Vit hava sæð dømi um at útlendskir fiskimenn fáa 4.000 – 5. 000 krónur í løn um mánaðin, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hann staðfestir, at hetta er kappingaravlagandi ímótvegis teimum reiðarum, sum hava skipað viðurskifti.

 

- Hann heldur, at ein slík støða kann freista onnur reiðarí til at koyra føroyskar fiskimenn íland og fáa sær bíliga, útlendska manning ístaðin

 

Hann leggur afturat, at á skipum við útlendskari manning, eru trygdarviðurskiftini eisini óskipað, og tað gagnar heldur ikki føroyskum fiskimonnum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Javnaðarflokkinum greiða frá, hví hann heldur, at tað hevur so stóran týdning at Løgtingið leggur seg út í málið.