- Nótaskipini hava eitt yvirskot, sum er fimm ferðir tað, sum væl riknar fyritøkur annars hava. Fólk kunnu sjálvandi trúgva tað, sum tey vilja, men innan búskaparfrøðina er eingin, sum trýr uppá, at tey, ið varða av føroysku fiskivinnuni, eru fimm ferðir so dugnalig sum tey hjá til t.d. Maersk.
Soleiðis segði Kári Petersen, búskaparfrøðingur, við Dag og Viku í kvøld, har tosað varð um eina framtíðar skipan av føroysku fiskivinnuni.
Kári Petersen vísir á, at tá tilfeingi á hendan hátt verður veitt nøkrum fáum ókeypis, er hetta við til at skapa eina stóra konsentratión av peningi hjá fáum eigarum.
- Eitt nú síggja vit, at skip, sum undir vanligum umstøðum kunnu gjaldast aftur yvir eini 15 ár, nú eru útgoldin eftir trimum árum. Tað ber við sær, at tú fært eitt fámannaveldi, sum kann keypa mest sum alt annað føroyskt vinnulív, og tað kann verða vandamikið. Eitt nú um húsagangir gera um seg í niðurgangstíðum, tí tá kann eitt fámannaveldi gera, at alt samfelagið fer av knóranum. Vit skulu ikki longur enn til Íslands fyri at sígja dømi um hetta, segði Kári Petersen við Dag og Viku.