Verður fólkaskúlin lagdur undir kommunurnar at umsita, er er vandi fyri, at kommunukassin verður vinnari og skúlin verður taparin. Tað sigur Jónleif Johannesen, næstformaður í Lærarafelagnum, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.
Hann heldur, at verður skúlin lagdur undir kommunurnar, verður tætt ímillum lønmótakarar og tey, sum avgera viðurskiftini í fólkaskúlanum.
- Tá er vandi fyri, at tey, sum valda, ikki taka skilabestu námsfrøðiligu atlitini í fyrstu syftu, men taka agg, vinarlag, politiskan lit, grannar, frændir, trúgv o.a. fram um.
- So mikið er sæð fyrr, eisini í kommunum við fleiri túsund íbúgvum, sigur Jónleif Johannesen.
Hann staðfestir, at verður skúlin lagdur undir kommunurnar, skal peningurin setast av til umsiting.
Og tann peningurin fer at verða tikin av játtanini til fólkaskúlan, ella við øðrum orðum, verður hann tikin av tímunum til næmingarnar.
Hann stúrir eisini fyri, at verður umsitingin spjadd út á kommunurnar, er ein veruligur vandi fyri, at hon eisini verður veikari, og at fólkini, sum umsita hana, verða verri útbúgvin.
Hann heldur somuleiðis, at tað er skilagott, at tað er landið, sum játtar tímarnar, tí nú tíðirnar broyyast, vísir tað seg, at tvíhalda um varðveita fleiri skúlar.
Sostatt er vandi fyri, at skúlin verður taparin, tí flestu kommunur vilja ikki avtaka skúlar. Hinvegin hevur landið boðað greitt frá, at námsfrøði skal fremjast fyri hvørja krónu og tí heldur hann ikki, at skúlin liggur best hjá kommununum.