– Vandamikið at koyra við góðum dekkum

Tí bremsar man, so fær man ein bil upp í reyvina. Soleiðis sigur koyrilærarin Jóhannus Hammer, sum í gjár var partur av harmonikukrassjinum við Leynatunnilin

Jóhannus Hammer fór um fýratíðina seinnapartin í gjár koyrandi móti Leynatunlinum. Hann var nummar fýra í eini røð av bilum og tá hann sá, at bilarnir frammanfyri settu ferðina niður, so gjørdi hann tað sama.
– Eg sá bilin aftanfyri meg nærkast so hvørt eg setti ferðina niður. Men einaferð var eg komin so mikið nær bilunum frammanfyri, at eg noyddist at høgga bremsurnar í, og tá er tað eg fái bilin upp í reyvina, greiðir Jóhannus Hammer frá.
Hann er koyrilærari og leggur seg tí altíð eftir, at alt er í ordan við bilinum. Nú um veturin brúkar hann dýr og góð vetrardekk, og tí bremsaði bilurin eisini væl í gjár. Tað gjørdi bilurin aftanfyri ikki og úrslitið var, at hesin rendi beint upp í reyvina á bilinum hjá Jóhannus Hammer, slongdist yvir á hina breytina, og gjørdi skaða á ikki minni enn tríggjar mótkoyrandi bilar.
Í hálkuni seinastu dagarnar hava vit verið vitni til fleiri ferðsluóhapp. Møguliga høvdu vit kunnað verið okkurt teirra fyri uttan, um fólk vóru skødd ordiliga. Tí heitir hann á fólk, um at keypa sær ordilig vetrardekk, sum tó eru eitt sindur dýrari enn tey vanligu.
– Brúki vetrardekk um veturin, og summardekk um summarið, eru boðini frá Jóhannus Hammer, koyrilærara. Hann leggur aftrat, at píkadekkini, sum tey flestu brúka, eru bara tey bestu, tá tað ísur á vegnum.
– Men hvussu ofta er tað, spyr hann?
Tí er tað ynski hjá Jóhannus Hammer, at fólk keypa sær ordilig vetrardekk við bleytari gummiblanding, sum hava betri vegtak enn onnur dekk.