Vánaligur fyrri hálvleikur kostaði Sävehof dýrt í Montpelier

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof rukku ikki bólkaspælinum í EHF European League á hesum sinni

Óli Mittún skoraði tvey mál, tá hann og liðfelagarnir í Sävehof taptu 26-30 fyri franska liðnum, Montpelier í EHF European League undankappingini.

 

Fyrri dysturin í Partille endaði við javnleiki 24-24, og tí vann Montpelier ein samlaðan 54-50 sigur.

 

Sävehof sleppur sostatt ikki at royna seg í European League bólkaspælinum á hesum sinni.

 

Fyrri hálvleikur kostaði dýrt hjá Sävehof í kvøld.

 

Tá 15 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 6-6. Seinastu 15 minuttirnar av fyrra hálvleiki skoraði Sävehof bert tvey mál, og í steðginum var Montpelier á odda 16-8. Tað gekk væl hjá Sävehof í seinna hálvleiki, og teir fingu minkað munin til fýra mál, men samlað rakk tað ikki.