Meinhard E. Olsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Kolding spældu dyst á heimavølli móti Hvidovre í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tá 38 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki var Kolding aftanfyri við trimum málum. Tá seinni hálvleikur var átta minuttir gamal minkaði Sterling Yateke um munin til 1-3, men nærri kom Kolding ikki.
Kolding er saman við Esbjerg aftast í ovara endaspælinum. Liðini hava 37 stig hvør. Kolding hevur 12 stig upp til næstfremsta plássið, har Fredericia hevur 49 stig, so tað sær svart út við uppflytingarmøguleikunum hjá Kolding.
Skírisdag klokkan 12 hevur Kolding torføran dyst á útivølli móti oddaliðnum, OB sum hevur 55 stig á fyrsta plássinum.