David Geza Turi kom á vøllin í 55. minutti, tá Grimsby á heimavølli var fyri stórtapi í dysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini.
Á Blundell Park leikvøllinum í Grimsby tapti heimaliðið heili 0-4 fyri Swindon Town. Tá Geza kom á vøllin var støðan 2-0. Útiliðið hevði meira spæl og væl fleiri málmøguleikar enn Grimsby.
Við ósigrinum datt Grimsby niður á áttanda plássið, ið ikki gevur rætt til dystir um uppflyting til triðbestu deildina. Til tað krevst í minsta lagi eitt sjeynda pláss. Grimsby hevur tó sama stigatal, 66 stig sum liðið á sjeynda plássinum, Colchester.
Grimsby hevur tríggjar dystir eftir, har teir kunnu tryggja sær eitt pláss millum sjey tey fremstu liðini í deildini.
Annan páskadag klokkan 15 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Port Vale, ið er fremst í deildini við 76 stigum.