Van Persie hevur skrivað undir

Robin Van Persie hevur skrivað undir avtalu við Manchester United, sum bindir hann at felagnum næstu fýra árini.

 

- Tað er mær ein heiður at skriva undir við Manchester United. Eg gleði meg at stíga í fótasporini hjá fleiri framúrskarandi framherjum, at læra frá mær og eiga virknan lut í strembanini eftir stórum meistaraheitum. Eg kann næstan ikki bíða, sigur Van Persie við heimasíðuna hjá Manchester United.

 

Upphæddin er ikki kunngjørd, men sambært enskum miðlum fær Arsenal millum 200 og 220 milliónir krónur fyri hollendska framherjan.