van Nistelrooy hjálparvenjari

Guus Hiddink hevur sett Ruud van Nistelrooy sum hjálparvenjara á hollendska landsliðnum.

Guus Hiddink hevur sett Ruud van Nistelrooy sum hjálparvenjara á hollendska landsliðnum.

 

Ruud van Nistelrooy hevur steðgað aktivu karrieru síni, og nu satsar fyrrverandi Manchester United áleyparin upp á eina framtíð sum venjari. Og fyrsta starvið í fakinum er als ikki at kimsa at.

 

Í dag upplýsir hollendska fótbóltssambandið, at Ruud van Nistelrooy er settur sum hjálparvenjari hjá Guus Hiddink, sum hevur tikið við venjarastarvinum eftir Louis van Gaal, sum gavst eftir HM í Brasilia.

 

Guus Hiddink hevur umframt van Nistelrooy eisini sett Patrick Lodewijks sum málmansvenjara, meðan fyrrverandi hollendsku landsliðsleikararnir, Pierre van Hooijdonk, Aron Winter, Sonny Silooy og Michael Reiziger skulu arbeiða við hollendsku ungdóms landsliðunum.