Vampýrar best umtóktir

Fyrstu tríggjar dagarnar forvann filmurin New Moon, sum er annar filmur í Twilight røðini, 1,3 milliard. Filmurin, ið snýr seg um eina vampýrfamilju og lívið millum menniskjuni, er sera væl móttikin. Longu fyrsta vikuskiftið gav filmurin eitt avkast áljóðandi 1,3 milliard.

 

Filmurin kom harvið inn á eitt triðjapáss yvir teir filmar, ið hava forvunnið mest tað vikuskiftið, teir høvdu frumsýning.

 

Á fyrsta plássi er Batman-filmurin The Dark Knight, og á øðrum plássi er filmurin um Spiderman.